##med2##
Tað sá svart út aftaná fyrsta korterið á Tórsvølli. Tá var føroyska kvinnulandsliðið aftanfyri 0-2 móti Ukraina, men liðið stríddist væl tað sum var eftir av dystinum, og tað var ikki fyrrenn heilt ímóti endanum, at Ukraina skoraði aftur.
Føroyar – Ukraina 0-3 (0-2) - HM-undankappingardystur
0-1: Nadiia Kunina 12.
0-2: Nadiia Kunina 14.
0-3: Lyubov Shmatko 83.
- Aftur í kvøld vórðu vit mintar á, at tær, sum vit spæla ímóti, eru kvikari enn vit, bæði í tanka og handling, og tað kom illa við, at vit beinanvegin fingu tvey mál ímóti okkum, men tí betur fótaðu vit okkum, og í løtum høvdu vit gott tak á spælinum, segði NSÍ miðvallarin Ansy Sevdal Jakobsen eftir dystarlok við Jónu Nicolajsen, reportara hjá FM1.
Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra samrøðuna við Ansy Sevdal Jakobsen.