ANSNI høvuðsstuðul hjá Kyndli

Hondbóltur - Kyndil og trygdarfelagið ANSNI hava gjørt avtalu um, at ANSNI verður høvuðsstuðul hjá Kyndli kappingarárið 2010/2011

Avtalan hevur við sær, at búmerkið hjá ANSNI verður sjónligt á troyggjunum hjá bæði 1. mansliði og 1. kvinnu­liði hjá Kyndli komandi kapp­ingarár.
ANSNI er trygdarfelag, sum hevur til endamáls at veita einstaklingum og virkjum ymisk sløg av trygdarloysnum í eini tíð, har váðin allatíðina broyt­ist. Felagið heldur til í hús­unum yvir av Effo-støðini í Gunda­dali, ið fyrr vóru støð hjá Bil.
Anna Rein, forkvinna í Kyndil, fegnast um avtaluna við ANSNI:
– Nógv fíggjarlig orka krevst at reka eitt hondbóltsfelag, og at ANSNI hevur játtað at gerast okkara høvuðsstuðul, gev­ur okkum gott treysti at fara undir kappingarárið. Talan er um eina professionelt rikna fyri­tøku, sum vit gleða okkum at sam­starva við, sigur hon.
Stjórin í ANSNI, Helgi O. Justinussen, fegnast eisini um av­taluna:
– Kyndil hevur altíð staðið seg væl, serliga hjá monnunum, og vit hava lagt til merkis, at felagið eisini ætlar at gera um seg hjá kvinnunum í ár og stendur seg sera væl í ung­dómsdeildunum. Tí fegnast vit um at stuðla felagnum, sigur hann.
ANSNI verður eisini sjón­ligt á nýggju heimasíðuni hjá Kyndli, ið verður almanna­kunn­gjørd í sambandi við nýggja kappingarárið, og á til­tøkum, sum Kyndil fer at skipa fyri.
Aðrir stuðlar hjá 1. mansliði hjá Kyndli komandi kapp­ingar­ár verða Eik, Effo og SMS.