Ansni er altíð til tænastu

Fyritøkur og stovnar nýtast ikki at hava fólk til at taka telefonina. Tað kunnu vita taka okkum av, bæði í og uttan fyri vanliga arbeiðstíð, sigur Helgi Justinussen stjóri í Ansni Trygdarfelag, sum nú bjóðar fram eina nýggja tænastu

Ansni Trygdarfelag bjóðar seg nú fram við eini nýggari tænastu, sum serliga er ætlað til vinnukundar. Talan er um eitt sokallað call-sentur, sum er ein tænasta fyri virkir og stovnar.


Tænastan virkar soleiðis, at tá fólk ringja til fyritøkur ella stovnar, sum hava hesa tænastu, so eru tað fólk hjá Ansni, sum taka telefonina og avgreiða kundan. Vit finna altíð eina skraddaraseymaða loysn, soleiðis sum kundin ynskir tað, sigur Helgi Justinussen.


Helgi sigur, at hetta er vanligt aðrastaðni, og hann sær ein tørv á hesi tænastu her heima hjá okkum. Vit hava eisini fingið fleiri fyrispurningar frá kundum, sum ynskja eina slíka tænastu. Sum nú er, røkja vit, uttan fyri vanliga arbeiðstíð, 118-tænastuna hjá Føroya Tele. So vit hava tann førleika, sum skal til fyri at kunna veita eina slíka tænastu, sigur hann.


Um Ansni


Ansni Trygdarfelag hevur til endamál at veita trygd í breiðastu merking. Fyritøkan veitir nógvar ymiskar tænastur sum t.d. vinnuvakt, sum er ein tænasta til virkir, fyritøkur og stovnar, har trygdarvørðar hava eftirlit við bygningum og tólum hjá vinnukundum. Skipsvakt er ein onnur tænasta, har trygdarvørðar ansa eftir skipum, sum liggja við bryggju.


Í sambandi við fyriskipan av tiltøkum so sum konsertum, festivalum og øðrum, eru ávís krøv um trygdarætlanir og trygdartiltøk. Hetta tekur Ansni sær eisini av, eins og har mett verður neyðugt at hava fasta vakt knýttan at einum persóni.


Ein deild hjá fyritøkuni er Ansni Tøkni, sum bjóðar ráðgeving og sølu ella leigu av loysnum innan trygdartøkni, verið tað seg ávaringarskipanir, eldávaringarskipanir, vakmyndatól umframt aðrar tøkniligar trygdarloysnir.


Tað var 1. januar 2006 at Sp/f Cura yvirtók virksemið hjá táverandi vaktarfelagnum Ansni í Havn.

Navnið varð samstundis broytt til Ansni Trygdarfelag, og eitt nýtt búmerki varð gjørt. Tað er Helgi Justinussen, sum eigur og rekur Ansni Trygdarfelag. Hann hevur 18 ára royndir sum løgreglumaður.

Ansni Trygdarfelag tel. 505050 heldur til á Hoydalsvegi 19 í Havn.