Anskar Hansen, Klaksvík

Nýggjur nevndarlimur í Føroya Handverksmeistarafelag

Á eykaaðalfundi herfyri varð Anskar Hansen úr Klaksvík valdur í nevndina
fyri Føroya Handverksmeistarafelag.

Á eykaaðalfundi 13. juli var Anskar Hansen valdur í nevndina fyri FHMF.
Anskar Hansen er málarameistari úr Klaksvík. Hann kom inn í staðin fyri
Hilmar Danielsen, sum ikki ynskti at halda fram í nevndini.

Í nevndini eru annars: Magnus Magnussen, formaður, Jón Eliasen, næstformaður, Jón Danielsen, nevndarlimur, Eydna S. Olsen, nevndarlimur, og Óli S. Joensen, nevndarlimur.