Ansingartól sett upp á Strøgnum

Løgreglueygað vakir yvir fetum og gerningum okkara á Strøgnum í Keypmannahavn. Nú eru fyrstu almennu ansingartólini sett upp í Danmark. Nú kann løgreglan í Keypmannahavn fylgja við, tá vit fara inn á 7-Eleven ella McDonald og koma út aftur við eini cola og einum hamburgara í hondini.

Ígjøgnum ártíggir hava føroyingar hugnað sær á kendu handils- og gongugøtuni í Keypmannahavn, Strøget, har óteljandi gongutúrar hava verið gjørdir frá Ráðhúsplássinum til Nýtorv og aftur; nøkur fyri at hugna sær í fólkastemninginum, og onnur við keypsørindum í huga – ein altið so hugnalig og friðfull gongugøta hjá føroyingum, sum vitja stórbýin í Kongaríkinum. - Hesin romantikkurin er nú søga!


Óhugnalig hagtøl

Kriminaliteturin og harðskapurin tekur til í londunum rundan um okkum, og eisini í Danmark eru óhugnaligu hagtølini uppgangandi, sum hevur verið herjað, seinastu árini, av brotsverkum, við deyðiligum fylgjum, bæði í Keypmannahavn og úti um landið.

Tað var tað sokallaða húgvudrápið á Strøgnum í Keypmannahavn, 5 januar 2008, tá tann 19 ára gamli Anton Njie, varð stungin niður, sum gav íblástur til kjakið um ansingartól á almennum støðum í Danmark.


Fyrstu tólini

Nú eru tey fyrstu tólini av hesum slagnum sett upp á Strøgnum í Keypmannahavn, sum vakja yvir hvørjum feti, ið gingið verður á Strøgnum; og tann, sum ætlar at gera eitthvørt ólógligt kann vera vísur í, at tað er onkur, sum bæði sær og veit, nevniliga løgreglan inni á politigarðinum í Keypmannahavn. Tólini eru av nýggjasta slagnum og geva eina mynd í sera høgari góðsku. Tólini eru “stationære,” sum ger tað møguligt at hava fult sýnið alla tíðina, t.v.s. at gongdin í myndini ikki verður avbrotin. Upptøkurnar frá tí einstaka tólinum kunnu vísast hvør sær í fullari stødd á teimum stóru skýggjunum inni á ansingarmiðdeplinum hjá løgregluni.


Løgmálaráðharrin fegin

Løgmálaráðharrin, Brian Mikkelsen, var fyri tveimum vikum síðani boðin at koma inn á politigarðin at síggja tær fyrstu myndirnar, og hann segði aftaná: “Eg eri sera væl nøgdur. Hetta ger tað lættari at handtaka, stevna og fella brotsmenn. Ansingin ger tað tryggari at ganga úti og lættari hjá dómstólunum at prógva brotsverkini........hetta er tað fyrsta staðið, men tað fara at koma fleiri ansingartól upp, tí tað lættir um arbeiðið hjá løgregluni.”


Tað eru í alt 34 ansingartól sett upp á Strøgnum. Myndirnar verða goymdar, men eftir 30 dagar verða tær, við eini sjálvvirkandi skipan, slettaðar, treytað av at tær ikki skulu nýtast í eini víðari rannsókn. Møguliga koma ansingartólini at leggja ein dempara á kriminalitetin. Lat okkum biðja um, at myndugleikar og løgregla má hava eydnuna við sær í hesi torføru tíð.


Kelda: 24timer (indland)