Barnsburðarfarloyvi
Vantandi dagstovnapláss hevur ofta við sær, at foreldur verða noydd at søkja um longt barnsburðarfarloyvi. Men hvussu viðgera tey ymsu virkini henda spurningin?
Á Eimskip starvast 26 fólk. Tey seinastu tvey árini eru 13 børn hjá starvsfólkum á Eimskip fødd, og hetta tekur hart uppá eitt so lítið virki sum teirra.
? Vit meta, at vit kunnu ikki játta longt barnsburðarfarloyvi, tí fólkini vit hava í starvi eru fólk, ið øll eru serútbúgvin til eitt ávíst endamál, sigur Linda Gunnlaugsdóttir, stjóri á Eimskip.
? Av tí, at soleiðis er, er tað ógvuliga ringt at finna avloysarar, og harvið er eisini meira trýst á fólki at fáa tey aftur til arbeiðis. Vit meta ikki, at vit kunnu bíða longur enn tær 24 vikurnar barnsburðarfarloyvið er. Tað ber illa til at missa eitt starvsfólk upp í seks til sjey mánaðar. Eg havi tosað við mammur, sum hava havt ringt við at finna eitt ansingarpláss, men tær flestu hava altíð funnið eina loysn sjálvar, og eru tí komnar aftur til arbeiðis.
Linda Gunnlaugsdóttir leggur dent á, at hetta er eitt kommunalt mál, og eigur tí ikki at verða gjørt til eitt vinnumál. Tað er kommunan, ið eigur at finna eina loysn uppá henda trupulleikan.
Myndatekstur: Linda Gunnlaugsdóttir, stjóri á Eimskip, sigur, at Eimskip kann ikki missa eitt starvsfólk í upp til sjey mánaðar, tí fólkini, ið arbeiða á virkinum eru øll serútbúgvin fólk