Samstundis sum hesin bygningurin er í gerð, arbeiðir kommunan við tveimum viðurskiftum innan ansingarøkið - í fyrsta lagi einari umskipan og í øðrum lagi eini samskipan av hesum økinum.
Nýggir barnaansingarstovnurin verður um 1100 fermetrar til støddar, og er endamálið at skapa hóskandi karmar fyri barnaansing.
Ætlanin er somuleiðis at lata upp fyri møguleikum at savna saman tær ymisku ansingarskipanirnar í kommununi. Hesar eru sum er býttar millum barnagarð, dagrøkt og frítíðarskúla.
Henda skipanin fevnir um tríggjar av bygdunum í kommununi Sørvág, Bø og Gásadal og í henni eru beint niðanfyri 100 børn.
Sambært einum yvirliti frá kommununi eru 41 børn í barnagarðinum Sýslan, 30 børn í dagrøktini í Sørvági, 11 í Bø og 15 børn í frítíðarskúlanum.










