Tað nýggja mat rákið sigur, at tess meira protein tess betur. Men tað passar ikki altíð.
Danska brúkararáðið hevur gjørt eina kanning av málinum.
Protein er umráðandi fyri kroppin, men ein vøra er ikki heilsugóð, einans tí hon hevur høgt proteininnihald.
Samstundis er eyka protein ikki nakað, sum tey flestu okkara hava tørv á, vísir danska ráðið á.
Tey flestu okkara fáa longu nóg mikið av proteinum, tað er áleið 10-20 prosent av dagliga kostinum. Proteinbar og líknandi protein vørur , sum siga seg hava høgt innihald av protein, eru samstundis mangan fyltar við sukri ella søtingarevni, sum ikki er heilsugott.
Áðrenn tú keypir tær proteinvørur í handlunum, so kanst tú til fyrimuns lesa vørulýsingina á vøruni. Hon vísir hvussu nógv protein, feitt og annað vøran inniheldur, eins og samlaða orkuinnihaldið.
Ein tummulfingurregla er, at tú skalt halda teg frá vørum, sum hava høgt innihald av sukri, feitti og salti.
Orkuinnihaldinum skalt tú eisini ansa eftir, men sambært danska brúkararáðnum, so er høgt orkuinnihald ikki neyðturviliga ósunt fyri teg. Tá tú metir um vøruna skalt tú hugsa um, hvussu nógv hon mettar, og um onnur heilsugóð evni eru í, sum til dømis vitaminir, miniralir og líknandi.
ES hevur sett greiðar reglur fyri, nær framleiðarar kunnu lýsa á vørunum við, at vøran inniheldur stórar nøgdir av protein.
Slíkar lýsingar á vørunum eru tvær í tali. Annað er “Høgt innihald av protein”. Hetta merkið má einans nýtast, um minst 20 prosent av orkuinnihaldinum í vøruni er protein. “Proteinkelda” er seinna merkið, og hetta er einans loyvt at seta á vøruna, um minst 12 prosent av orkuinnihaldinum stendist av proteinum.