Tað letur til, at bilførarar misskilja føstu 60 km/t skeltini, ið fyri stuttum vórðu sett upp við Gøtugjógv, Søldarfjørð, Skipanes og Sandavág.
Sláast skal fast, at í bygdum øki er ferðmarkið framvegis 50 km/t.
60 km/t skeltini, sum nú eru sett upp, eru ein niðurskelting í 80 km/t økinum, ið bert er galdandi fram til skeltið Fjølbygt øki. Endamálið er at fáa ferðina nakað niður, áðrenn koyrt verður inn í bygda økið. Hetta verður eisini nýtt í Danmark, har stórar ferðsluæðrar ganga ígjøgnum bygd økir.
Hendan misskiljing kann kosta tær dýrt, og fer ferðin upp um 80 km/t, er koyrikortið fokið, og tú skalt upp til nýggja koyriroynd.
Bilførarar verða eisini mintir á, at á vegastrekkjum, har ferðin er ásett at verða lægri enn vanliga hámarskferðin, sleppir tú ikki við eini bót, men missir koyrikortið treytað, um tú koyrir meira enn 20 km/t ov skjótt.
Tað er nevniliga so, at har tað við skelti er ásett at vera lægri ferð, enn vanliga galdandi hámarkferðin, skalt tú bara koyra 20 km/t ov skjótt fyri at nevndu avleiðingar gerast virknar - og ikki 30 km/t, sum vanligt er.
Myndatekstur:
Hægst loyvda ferð er 50 km/t ígjøgnum bygt øki. 60 km/t skeltið er ein niðurskelting, ið bert er galdandi fram til skeltið Fjølbygt øki
Mynd: Vilmund Jacobsen










