Ansið eftir á jólaborðhaldinum

Nú er hásesong fyri jólaborðhald, og tey flestu skulu helst til ein ella fleiri av slíkum slag hesar vikurnar. Men ráðiligt er at hava í huga, at ikki drekka ov nógv av rúsandi løgunum, um koyrast skal dagin eftir. Tað er helst øllum kunnugt, at rúsdrekka og bilkoyring ikki hoyra saman. Men hóast hetta, so eru tey mong, sum kortini ikki lata bilin standa, um tey eru ávirkað av rúsdrekka.

Ráðið fyri Ferðslutrygd minnir í dag á at lata bilin standa, um rúsdrekka gerst partur av jólaborðhaldinum.

Ráðið fyri Ferðslutrygd minnir á, at tað heldur ikki er ráðiligt at koyra dagin eftir, um tú hevur tikið eitt sindur til tín undir jólaborðhaldinum.

Um tú hevur eina promillu á 1.5 á midnátt, so er alkoholið ikki brent úr kroppinum fyrr enn í fyrsta lagi klokkan 10 dagin eftir.

-Tey seinastu árini eru nógv ferðsluóhapp hend, tí førarin var ávirkaður av rúsdrekka, sigur Ráðið fyri Ferðslutrygd

1. oktober 2009 varð ferðslulógin herd. Markið fyri rúsdrekkakoyring er lægri, og revsingin harðari. Tilsamans komu 41 broytingar í ferðslulógini í gildi á heysti í fjør, har strangari reglur um rúsdrekkakoyring er ein av teimum.

Talan er um átta høvuðsbroytingar, sum taka støði í null-hugsjónini og ferðslutrygdarætlanini frá 2007.

Rúsdrekkamarkið er lækkað niður í 0,20 promillu. Somuleiðis er markið millum promillu- og rúsdrekkakoyring strikað, og alt omanfyri 0,20 promillu verður nú roknað sum rúsdrekkakoyring. Harafturat er ásett eitt nullmark fyri rúsevni og sokallaði tilvitsávirkandi evni.