Umhvørvisstovan heitir á fólk um at verða varin við, hvat slag av smyrsli verður brúkt til børnini í sambandi við føstulávinthalds og at ganga grýlu.
Smyrsl, ætlað børnum, skal vera CE-merkt. Ein vøra kann tó, hóast hon er CE-merkt, innihalda evni, sum kunnu elva til ovurviðkvæmi, eitt nú anga ella haldevni. Fyri at minka um vandan fyri at gerast ovurviðkvæmur, er tí best at keypa smyrsl uttan anga.
Øll fríðkanarevni nú á døgum hava vørulýsing; tí ber til at sleppa undan evnum, sum barnið ikki tolir. Um ov lítið pláss er fyri eini vørulýsing á vøruni, skal vøran vera merkt við eini fingurtekstímynd, sum er eitt merki, ið sýnir eina opna bók og ein fingur. Myndin merkir, at vørulýsingin annaðhvørt er hjáløgd, er á einum uppslagi nær vøruni, ella kann fáast í handlinum.
Til ber at lesa meira um børn og føstulávintssmyrsl á heimasíðuni hjá Umhvørvisstovuni. Trýst her