Ansa væl eftir skeinkiloyvinum

Løgreglan hevur kannað fleiri skeinkistøð hetta vikuskiftið

Hetta vikuskiftið hevur løgreglan aftur kannað fleiri skeinkistøð ymsastaðni, at vita um øll viðurskifti eru í rættlag.

 

Og tað vóru tey, sigur løgreglan, tí har var at kalla einki at seta fingurin á nakrastaðni.

 

Løgreglan sigur at tey, sum hava skeinkiloyvi, ansa væl eftir at halda reglurnar.

 

Ein orsøk kann vera, at missa tey skeinkiloyvið, verður tað teimum ein dýr søga í mistum inntøkum. Men tey vita eisini, at løgreglan kannar viðurskiftini regluliga.

 

Tá ið løgreglan kannar skeinkistøð, ansa tey eftir um fólk eru inni sum ikki eru 18 ár, og sum sostatt ikki myndug og ikki hava loyvi at drekka.

 

Tey ansa eisini eftir, at tað ikki verður skonkt fyri fólki, sum eru sjónliga ávirkað, og  ansað somuleiðis eftir, um ov nógv fólk eru inni, um rýmingarvegir eru merktir og tað er frítt at sleppa ígjøgnum teir. Og hugt verður eisini um øll neyðug skelting er til staðar, eitt nú upplýsandi skelti um aldursmark o.s.fr.