Ansa væl eftir at halda lógina

Tey, sum selja fýrverk eru ansin, sigur løgreglan


Hesar dagarnar eftir jól, verður nógv fýrverk handa tvørtur um handilsdiskarnar runt um í Føroyum.

Men fýrverk kann vera vera vandamikið, verður tað ikki handfarið rætt og tí eru strangar reglar fyri, hvussu tey, sum selja fýrverk, skulu handfara og goyma fýrverk.

 

Fyri nøkrum árum síðani varð nógv at hoyra um, hvussu lítið skil var á hjá teimum, sum seldu fýrverk vóru.

Men løgreglan sigur, at síðani er støðan nógv batnað og at tey, sum selja fýrverk, erufarin at ansa sera væl eftir.

Løgreglan sigur, at tey hava kannað fýrverkssølurnar kring landið, men at har er einki at finnast at.

Fýrverk verður goymt, sum tað eigur og tað liggur ikki meiri frammi í senn, enn loyvt er.

Í stóran mun eru tað tey somu sum selja fýrverk ár um ár og løgreglan heldur, at sum frálíður hava tey lært, hvat lógir og reglugerðir siga um at selja fýrverk.

 

Men løgreglumaðurin heitir samstundis á fólk um at ansa sær, tá ið tey skjóta fýrverk, tí tað eru eisini nógv góð ráð um, hvussu fólk eiga at bera seg at við verndarbrillum o.s..fr.

Samstundis heitir løgreglan á fólk um at hugsa um tey ferføttu, sum kunnu verða ræðslusligin av fýrverk.