SMS ansaði ikki nóg væl eftir, at gávuposar við sterkum øli vórðu lætnir fólki, tá ið tiltakið, Móti & vælvera var sølumiðstøðini í heyst.
Tað heldur brúkaraumboðið.
Tað var Blái Krossur, sum kærdi SMS fyri at hava brotið lógina, tí á tiltakinum fingu fólk gávuposar við ymsum góðum í, eisini eini smakkiroynd av sterkum øli og tað vóru eisini ung undir 18 ár, sum fingu gávuposar.
Tað er ikki loyvt at lata ung undir 18 ár fáa rúsdrekka.
SMS hevur greitt frá, at tiltakið var ikki ætlað ungum, men Brúkaraumboðið heldur, at sølumistøðin átti at fyrireika seg til, at eisini ung undir 18 ár fóru at hava áhuga fyri tiltakinum.
Hinvegin hevur SMS eisini greitt frá, at tá ið fólk komu til tiltakið, sóu tey, at tað vóru nógv ung ímillum, og tá varð avgjørt at taka ølfløskurnar úr gávuposunum aftur, áðrenn teir blivu lætnir ungum undir 18 ár.
Men eftirspurningurin var so stórur, at tað eydnaðist ikki til fulnar.
Brúkaraumboðið heldur, at SMS hevði ábyrgdina av teyggja, at rúsdrekkalógin varð hildin, men at tað høvdu tey ikki gjørt so væl, sum tey áttu.
Brúkaraumboðið staðfestir, at fyrireikararnir í SMS harmast um málið og at tey taka niðurstøðuna hjá Brúkaaumboðnum til eftirtektar.