Ansað eftir Slovenia

Slovenia megnaði uttan umstrídda Zahovic at vinna 1-0 móti Kekkia.

Jákup Mørk


Hóast góða føroyska spælið í dystinum móti dønum, er eingin orsøk at rokna við eini lættari uppgávu, tá Slovenia um tvær vikur kemur á vitjan.


Vunnu á Kekkia

Meðan Føroyar á Tórsvølli royndu seg móti dønum spældi Sloveniga á útivølli í Ostrava móti Kekkia, og ikki kann sigast annað enn, at komandi mótstøðulið okkara stóð seg væl.

Tað eydnaðist nevnliga slovenum at vinna dystin vð einum máli móti ongum, og í fótbóltsheiminum verður hetta roknað sum eitt slag av sensatión.

Úrslitið verður ikki minni flott av, at slovenar máttu vera hin umstríddu Zahovic fyri uttan. Sum ikki einaferð er hann komin í andstøðu við venjara sín, og ivasamt er, um hann verður tøkur til dystin móti Føroyum.

Skal metast eftir úrslitunum mikukvøldið, hava føroyingar tó alla orsøk at ansa sær. Zahovic ella ikki!


Úrslitini í vinadystum hjá hinum landsliðnum í okkara bólki

Kekkia - Slovenia

0-1 (0-0)

0-1: Pavlin 59

16 august. Ostrava


Russland - Ísrael

1-0 (0-0)

1-0: Buznikin 82

16 august. Moskva


Norðurírland - Jugoslavia

1-2 (1-0)

1-0: Healy 45

1-1: Kezman 63

1-2: Mijatovic 78

16 august. Belfast

Sveits - Grikkaland

2-2 (1-2)

1-0: Komisetti 13

1-1: Ouzunidis 20

1-2: Georgatos 23

2-2: Yakin 65

16 august. St Gallen


Luksemburg spældi ikki nakran dyst mikudaginla inn í spælið, men tóktist tá ikki vera bangin fyri at bjóða seg til.

Var atvoldin til einasta gula kortið hjá dønum, tá hann snildisliga snaraði sær undan Per Frandsen.


15. Kurt Mørkøre

Sogndal

30/2

Kom á vøllin fyri Una Arge, tá seinni hálvleikur var gott og væl hálvrunnin. Føroyska liðið lág tá nógv longri afturi á vøllinum, enn teir gjørdu í fyrra hálvleki, og tí var ógvuliga avmarkað, hvussu nógvar bóltar Kurt fekk at arbeiða við.

Sýndi tó í glottum, at hann kann nýtast sum »Target-man«. Millum annað tá hann stútaði innlegg niður til Toda Jónsson móti endanum av dystinum.


12. Henning Jarnskor


35/2

Kom á vøllin fyri Allan Mørkøre seinasta korterið, tó uttan at prógva, at hann eigur at vera fremsta val á plássinum, tá slovenar koma á vitjan.

Tóktist hava trupulleikar við at plasera seg rætt, og varð tí í fleiri førum yvirspældur á bakkinum. Er í løtuni ikki á tí støði, sum hann fyrr hevur verið á í landsliðsbúnanum.


18. Rógvi Jacobsen


6/0

Kom á vøllin fyri John Petersen seinastu 10 minuttirnar. Kom í einstøkum førum væl við í føroyska uppspælið, men yvirhøvur var spælitíðin ov stutt til at geva eitt veruligt skoðsmál