Tað er vorðið alt meira vanligt at brenna bál á Jóansøku. Og nú jóansøkan nærkast, er tí vert at hugsa um, hvussu vit forða fyri, at bálini elva til dálking ella ampar fyri fólk.
Tað er bara loyvt at brenna reint timbur, og tílíkt á jóansøkubálinum, sigur Umhvørvisstovan, sum samstundis heitir á kommunurnar um at hava eftirlit við, at dálkandi burturkast ikki verður brent.
– Tað er umráðandi at hava í huga, at tað bara er loyvt at brenna óviðgjørt timbur, greinar, papp, og tílíkt, á báli. Sostatt er tað bannað at brenna plast, bildekk og annað burturkast, sum kann geva nógvan og eitrandi royk, sigur Umhvørvisstovan.
Umhvørvisstovan mælir frá, at tey, sum standa fyri at brenna bál, heita á fólk um at koma við ymiskum til bálið.
– Tá er stórur møguleiki fyri, at ymiskt, sum ikki eigur at verða brent, endar á bálinum.
Kommunan skal geva loyvi til at brenna bál, og kommunan hevur eisini eftirlit við bálunum, og hevur skyldu til at ansa eftir, at tað bara er reint timbur o.t., sum verður brent.
Trýst á skjalið niðast og les eina vegleiðing í, hvussu vit skulu bera okkum at, tá ið vit brenna bál










