Íslendsku myndugleikarnir halda eyga við Dyngjujølki og hava bannað flogferðslu yvir jøklinum.
Tað skrivar Visir.
Íslendsku jarðfrøðingarnir siga, at ein lítil vulkan undir jøklinum er byrjað. Dyngjujkull liggur í norðrara parti av Vatnajøkli.
Stjóin fyri íslendska politinum hevur sent út ávaringar, samstundis sum ávaringarskipanin er flutt frá orange til reyð.
Útbrotið verður mett sum lítið í løtuni. Orsakað av trýstinum á jøklinum ber í løtuni ikki til at siga, um útbrotið verður verandi undir jølkinum ella ikki.