Anonymous hóttir Vatikanið

Teldusníkabólkurin Anonymous hóttir nú við at søkja at KT-kervinum hjá Vatikaninum fyri vísa sín stuðul til Paolo Gabriele, sum fekk 18 mánaðar fongsul fyri at hava tikið og fjølritað loynilig pappír úr skriviborðsskuffuni hjá pávanum.

-Paolo Gabriele almannakunngjørdi týðandi upplýsingar, og hann er ein hetja, skrivar Anonymous sambært BBC.

Bólkurin leggur afturat, at hann fer ikki at sita hendur í favn, meðan fólk, sum avdúka korrupsjón í almennari umsiting og fyritøkum, verða rættarsøkt og sett í fongsul.

Bólkurin krevur, at Gabriele fær grið, og tað er eisini okkurt, sum bendir á, at so verður. Talsmaðurin hjá Vatikaninum, Frederico Lombardi, segði um vikuskiftið, at tað er rættiliga sannlíkt, at pávin fer at veita Gabriele grið.