Anny Maria Davidsen rakk sjeynda plássinum í heimsmeistarakappingini í bólkinum U23 í gjárkvøldið. Hon kom á mál við tíðini 6:59.4. Føroyingar var gott og væl 18 sekund aftan fyri Kaisa Pajusalu úr Estland, sum vann kappingina.
Anny Maria Davidsen er fyrsta føroyska kvinnan, sum er komin niður um sjey minuttir, og undan kappingini varð væntað, at hon fór at røkka 10. plássinum. Hon segði við Sosialin fyri tveimum vikum síðan, at HM var ein stór avbjóðing.
- Tað eru sjálvandi altíð nervar upp á til eina slíka kapping, men hinvegin er kappingin størri, og eg verið tí meira pressa til eina HM-kapping, vísti hon á.