Anny fekk eitt flott fjórða pláss

 

Anny Maria Davidsen gjørdist nummar fýra í heimsmeistara kappingini í inniróðri í Boston. Fyrr í dag gjørdist Sverri Sandberg Nielsen heimsmeistari í inniróðri. Seinni í dag var hin føroyski rógvari í kapping. Anny Maria Davidsen kom á mál við tíðini 6:59.4, sum er nokk til eitt fjórða pláss av 17 rógvarum, veit Vágaportalurin at siga í kvøld.