Tað er Annvør Jacobsen, sum er stjóri og stendur á odda fyri fyritøkuni á Eiði, Salmon Proteins á Eiði. Hon byrjaði hjá felagnum við hálvari tíð sum skrivstovufólk í 2003 og gjørdist stjóri, tá táverandi stjóri gavst.
- Salmon Proteins, sum alivinnan eigur, tekur ímóti avskurði, slógvi, gørnum og deyðum alifiski. Tá ILA herjaði tíðliga í hesi øldini - serliga í 2003 og 2004 - og nógvur alifiskur doyði, var tørvur á einum virki, sum kundi taka ímóti og samstundis fyribyrgja útbreiðslu av smittu.
Hon sigur, at tað primera hjá virkinum á Eiði er at taka ímóti og viðgera laksaúrdráttir, sum koma frá alibrúkum, kryvjivirkjum og framleiðsluvirkjum kring landið. Virkið tekur ímóti øllum, sum er eftir, tá framleiðslan er farin av landinum.
- Alt slógvið verður koyrt gjøgnum kvørn á ymisku virkjunum og verður súrgað við meyrusýru. Tá slógvið kemur til okkara, er tað sum ein greytur. Slógvið verður býtt upp í tveir bólkar, hávandað og lágvandað, sum tað verður rópt.
Hon vísir á, at tann stóra nøgdin kemur frá alifiskinum, sum verður arbeiddur á virkjunum. Hetta er tann sonevndi lágvanda bólkurin, og hetta slógvið verður bara malið í kvørn og fær meyrusýru tilsetta. Síðan verður tað goymt í tangum, til tað verður útflutt.
- Í hávanda-bólkinum er slógv frá fiski, sum er sjálvdeyður ella fyribeindur, tí hann hevur verið viðgjørdur við einum ella øðrum fyri tøku. Fiskurin kann eisini vera deyður av sjúku. Hesin fiskur verður eisini malin, súrgaður við meyrusýru, umframt at slógvið verður kókað fyri at tryggja, at møgulig smitta verður dripin.
Annvør Jacobsen leggur aftrat, at samlaða nøgdin av hesum slógvi í fjør var um 2.500 tons. Tey 500 tonsini vórðu brúkt til at taða við í Føroyum, og restin varð útflutt. Salmon Proteins fær umleið hálva aðru krónu fyri kilo fyri slógv í lágvandabólkinum. Hinvegin verður beinleiðis goldið fyri at sleppa av við hin partin, sum er slógv í hávandabólkinum.
- Tískil hava vit eisini valt at lata føroyingar, sum eru áhugaðir ókeypis fáa hetta viðgjørda slógv til tøð. Hitaviðgjørda slógvið brennir í fyrstu syfti grasið, tá tað verður sproytað. Men, tað taðar væl, og gras veksur væl aftur, leggur stjórin aftrat.
Á virkinum á Eiði verður slógvið frá kryvjivirkjum, sum kryvja føroyska alilaksin, útflutt til Noregs, har tað verður brúkt sum partur av startfóðri til smágrísar. Í fjør vórðu umleið 16.000 tons av laksaslógvi frá kryvjivirkjum send til Noregs, og hetta var tann parturin av útflutninginum, sum kann endurnýtast til eitt nú fóður.
Annvør Jacobsen sigur, at harumframt vórðu umleið 2.500 tons av slógvi av laksi, sum av ymsum orsøkum var burturkoyrdur, eisini útflutt til Noregs, og hetta verður brúkt til biogass.