Annsy Høghamar 50 ár

Týsdagin 12. oktober fylti Annsy Høghamar í Havn 50 ár.

Annsy er ættað av Eiði. Hon kom til Havnar sum 15 ára gomul og arbeiddi í nøkur ár í Ítróttarhandlinum hjá Viggo í Stórustovu við Hoydalsvegin.

Eftir tað fekk hon starv á Føroya Gjaldsstovu. Hon hevur arbeitt í mong ár á stovninum, og tað er nú nakað síðan, hon helt sín 25 ára starvsdag á Toll-Skattstovu Føroya, sum stovnurin nú eitur.

Annsy er annars mest kend sum ein ítróttiarkvinna innan hondbóltsfelagið Kyndil, har hon hevur verið ein av føstu leikarunum í mong ár. Hon er enn virkin í felagnum og situr í nevndini. Eisini er hon av íðnastu HB-viðhaldsfólkum.

Annsy er dóttir Hildigarð og Hans Edvard Høghamar á Eiði. Hon er gift við Hákun Mikkelsen í Havn, og tey eiga børnini Bárður og Hildur og ommu- og abbadóttrina Sáru.