Annlis skal samskipa tingmanningina

Tjóðveldisflokkurin hevur nú tveir skrivarar. Ronnie Thomassen er floksskrivari og Annlis Bjarkhamar er júst sett í starv sum skrivari hjá tingmanningini

26 ára gamla Annlis Bjarkhamar tók týskvøldið av tilboðnum um at gerast skrivari hjá tingmanning Tjóðveldisfloksins.

Annlis Bjarkhamar hevur seinastu trý árini verið virkin í politiska arbeiði Tjóðveldisfloksins. Hon var við til at endurreisa Unga Tjóðveldi fyri trimum árum síðani, og hevur hon síðani verið formaður í landsnevnd felagsins.


Ungdómurin framat

Tað var formansskapurin í Tjóðveldisflokkinum, sum heitti á Annlis um at taka við starvinum, og eftir drúgva umhugsunartíð tók hon við.

? Eg havi havt nógv beinleiðis samband við flokkin seinastu árini. Av tí, at eg havi verið landsformaður í Unga Tjóðveldinum, havi eg eisini verið umboð fyri Unga Tjóðveldið í sjálvum Tjóðveldisflokkinum. Tjóðveldisflokkurin letur nevniliga ungdómin sleppa framat, sigur Annlis Bjarkhamar.

Nýggi skrivarin vísir á, at júst tað, at hon hevur havt nógv samband við flokkin, og at flokkurin letur ungdómin sleppa framat, vigaði nógv, tá hon gjørdi av at taka við starvinum.


Skal vera bindilið

Uppgávan hjá Annlis Bjarkhamar sum skrivari hjá tingmanning Tjóðveldisfloksins er í høvuðsheitum at vera bindilið millum tingmanningina og restina av politiska heiminum í Føroyum.

Harafturat skal Annlis vera skrivari á øllum fundum hjá tingmanningini umframt, at hon skal hava eina opna skrivstovu á Gamla Apoteki.

Annlis fer at brúka tíðina fram til jóla og nakrar dagar eftir jól til at seta seg inn í uppgávurnar, nýggja starvið hevur við sær.

Umframt Annlis Bjarkhamar, sum nú er skrivari hjá tingmanningini, er Ronnie Thomassen skrivari hjá sjálvum Tjóðveldisflokkinum.