Annlis gevst sum høvuðsmotorur

Ímyndin av átakinum ”Í menniskjum góður tokki” leggur nú frá sær eftir fimm ár við stýrisvølin

 

 

Á Facebook-vangamyndini hjá felagsskapinum, Í menniskjum góður tokki, skrivar Annlis Bjarkhamar, at hon ikki longur hevur umstøður at vera tann, sum gongur á odda fyri felagsskapin.

 

- Síðani tíðliga í heyst havi eg vitað, at hetta vóru seinastu jólini, at eg stóð á odda fyri Í menniskjum góður tokki. Mátti fyrr í ár ásanna, eftir at hava roynt at sameina tað at liva við kroniskari pínu og tað at hava vart starv hjá Í menniskjum góður tokki, at arbeiðsbyrðan varð ov stór í mun til heilsustøðuna hjá mær. Hóast tað er sárt, so hevur tú onki annað val tá tú ert sjúk, annað enn at laga teg eftir umstøðunum. 

- Eg vil tí nýta høvið at takka øllum teimum mongu, sum eg hesi árini havi samstarva við, og sum hava tikið tøk saman við okkum. Einstaklingar, kirkjur, samkomur, ítróttarfeløg, fyritøkur, dagstovnar, skúlar, felagsskapir osfr hava øll gjørt sítt til, at vit hava kunna hjálpt so nógvum.

 

- At eg ikki longur kann standa á odda, merkir tó ikki at átakið steðgar. Nevndin fyri átakið fer fyrst í komandi árið at finna ein nýggjan leist, soleiðis at fíggjarliga sperdar familjur eisini í nýggja árinum fáa eina hjálpandi hond, tá tørvur er á tí, skrivar Annlis Bjarkhamar millum annað.

 

Í heilsanini til stuðlarnar hjá átakinum hevur hon eisini viðheft grannskoðanarvátan, sum staðfestir, hvørjar lønarútreiðslurnar hjá felagsskapinum hava verið. Hetta í sambandi við, at spurnartekin hava verið sett um, hvussu stóra samsýning Annlis Bjarkhamar hevur fingið fyri sítt arbeiði fyri felagsskapin.