Annlis Bjarkhamar SSP-ráðgevi

Annlis Bjarkhamar er sett í starv sum SSP-ráðgevi Annlis Bjarkhamar er útbúgvin lærari og hevur harumframt serliga viðkomandi royndir innan samskipan, leiðslu og verkætlanarfyriskipan.

SSP er eitt tvørfakligt samstarv millum Skúlaverk, Sosialar myndugleikar og Politi. Endamálið við SSP-samstarvinum er at savna og samskipa fyribyrgjandi arbeiðið og at fremja atgerðir, sum kunnu fyribyrgja kriminaliteti millum børn og ung.

Talan kann eisini vera um átøk, sum kunnu eisini hjálpa teimum, ið onkursvegna eru komin í eina keðiliga støðu við atliti at harðskapi, rúsevnum, lógarbrotum, óhóskandi og niðurbrótandi atburði við meiri.

SSP-ráðgevin fer at halda til á skrivstovuni hjá Barnarverndarstovu Føroya. 14 umsóknir vóru til starvið.