Annlis-málið
?At siga, at Annlis Bjarkhamar er reinsað, er heilt burturvið.
Annfinn Kallsberg, løgmaður er als ikki samdur í, at Løgtingsmaður hevur reinsað Annlis Bjarkhamar.
? Tvørturímóti gevur hann henni nógv nefs fyri mátan, sum hon hevur handfarið málið um landsfornfrøðingin, sigur Løgmaður.
?Løgtingsis umboðsmaður vísir á, at starvið skuldi verðið lýst leyst av nýggjum, tí tað er so lítið samsvar ímillum tekstin í føroysku og donska starvslýsingini.
? Umboðsmaðurin vísir eisini á, at hevði hon ikki álit á setanarnevndini, skuldi hon havt valt eina nýggja setanarnevnd, sum hon hevði álit á.
Og tað skerst ikki burtur, at Annlis Bjarkhamar hevur ikki hildið setanarpolitikkin hjá tí almenna
? Umboðsmaðurin hevur kannað eina ørgrynnu av málum, men tað er ongantíð fyrr hent, at landsstýrismaður er gingin ímóti einari samdari setanarnevnd..
Umboðsmaðurin ivast eisini í fakliga førleikanum hjá Annlis Bjarkhamar- og setanarnevndini- at meta um umsøkjarnar.
? Men eftir øllum at døma, heldur Annlis kortini, at hennara fakligi førleiki er betri enn hjá nevndini, sigur Løgmaður.
? Tað er rætt, at Løgtingsins umboðsmaður sigur, at hon hevur ikki gjørt nakað ólógligt.
Men tað, sum hon hevur gjørt. er óvanligt og skulu vit byggja upp eina siðvenju, sum øll kunnu hava álit á, er tað neyðugt, at ávísar mannagongdir og siðvenjur verða fylgdar, hóast tað ikki beinleiðis er ásett í lóg.
? Hesar siðvenjur, hevur Annlis Bjarkhamar skúgvað til viks.
Løgmaður sigur, at løgfrøðiliga hevur hon onki skeivt gjørt, men við hesari framferðini, hevur hon máað politiska álitið undan sær sjálvum, sigur Løgmaður.
Gòðar orsøkir
Løgmaður heldur tískil eisini fast um, at hann hevði góðar orsøkir til at siga Annlis Bjarkhamar úr starvið.
?Hóast tjóðveldisflokkurin hevur roynt at gera hetta til eitt fyrisitingarligt mál, er tað ikki so. Uppsøgnin var politisk, tí eg hevði mist álitið á henni.
Annfinn Kallsberg sigur, at Annlis Bjarkhamar provokeraði so nógv við síni framferð, at hann hevði onki val.
?Annlis Bjarkhamar setti landsfornfrøðingin, hóast løgmaður var komin upp í málið og hevði biðið um eina viðmerking.
?Sostatt staðfestir Annlis Bjarkhamar sína avgerð og gevur Løgmanni ta signal, at málið er endaliga avgreitt, og so kann tað gera akkurát tað sama, hvat Løgmaður biðjur um.
Hetta tók Løgmaður sum eina so stóra provokatión, at hann segði hana upp.
?Slík framferð er ikki álitisvekjandi og gjørdi sítt til, at eg misti álitið á henni.
Er hetta ikki at leggja teg út í sjálva málsviðgerðina?
? Nei, tað er tað ikki. Løgmaður hevur eftirlitið við landsstýsisfólkunum, men hvussu kann løgmaður hava eftirlit, um hann ikki kann leggja uppí eitt mál. Hetta var eitt mál, sum var ógvuliga nógv frammi, so sjálvsagt skal løgmaður leggja uppí eitt mál sum hatta, sigur Annfinn Kallsberg.
At Annlis Kallsberg nú hevur biðið Umboðsmannin kannað Løgmálaráðið, hevur hann ongr viðmerkingar til.