Mikudagin 5. november tók Annlis Bjarkhamar, fyrrverandi landsstýrismaður í mentamálum, læraraprógv á Føroya Læraraskúla.
Annlis er 29 ára gomul og ættað úr Vági. Hon byrjaði á Føroya Læraraskúla í 1997. Eftir 3 ára lesnað, tók Annlis farloyvi í eitt ár, har hon arbeiddi
sum samskipari fyri Tjóðveldisflokkin.
Tá Annlis tók við starvinum sum landsstýriskvinna í juni 2002, var hon ikki heilt liðug við útbúgving sína, men eftir at hon fór úr landsstýrinum aftur, setti hon sær fyri at gera seg lidna við skúlagongdina. Við vælvild frá
Føroya Læraraskúla fekk hon flutt próvtøkur sínar til nú í heyst og hevur nú
loksins fingið læraraprógv sítt.










