Annita verjir SvF

Landsstýriskvinnan við mentamálum verjir óheftu støðuna hjá Sjónvarpi Føroya. Eingin skal hava serstøðu í tíðindaflutninginum hjá Sjónvarpinum ? heldur ikki løgmaður, sigur Annita á Fríðriksmørk, landsstýriskvinna við mentamálum.

Longu áðrenn bókin »Skjót journalistin« er útkomin hevur hon skapt rok. Fólkaflokkurin hevur sent Tjóðveldisflokkinum bræv, tí hann hevur hoyrt, at bókin svertar umdømið hjá Anfinni Kallsberg løgmanni.
Fólkaflokkurin spyr í fyrsta lagi, hvønn leiklut Tjóðveldisflokkurin hevur í bókaútgávuni. Men málið steðgar ikki har. Fólkaflokkurin dregur Sjónvarp Føroya upp í leikin og setir óheftu støðuna hjá almenna fjølmiðlinum í eitt ringt ljós.
? Heldur Tjóðveldisflokkurin, sum umsitur mentamál og harvið SvF, tað vera sambærligt við størvini hjá rithøvundunum í almenna sjónvarpinum at spilla umdømi løgmans?, spyrja tingmenn fólkafloksins í brævinum til Sjónvarp Føroya.

Kann kløkka fólk
Annita á Fríðriksmørk, landsstýriskvinna við mentamálum, umsitur Sjónvarp Føroya. Hon hevur ongan hug at taka brævið frá Fólkaflokkinum fyri fult.
? Tjóðveldisflokkurin viðger øll mál, sum koma inn, men eg haldi ikki, at hatta brævið er vert at taka í fullum álvara. Hetta vísir bara, at Fólkaflokkurin hevur trupulleikar, sum teir royna at flyta yvir á okkum. Eg havi ikki lisið bókina, og veit tí onki um nakra útsverting av løgmanni. Eingin hevur lisið bókina, sum eg havi skilt tað ? heldur ikki Fólkaflokkurin. So eg skilji ikki trupulleikan, sigur Annita á Fríðriksmørk.
Ein aðalregla er, at politiski myndugleikin einki hevur við innihaldið í almenna sjónvarpinum at gera, og tí er hon ikki so lítið skelkað um, at Fólkaflokkurin tykist vilja seta mørk fyri, hvat kann viðgerast í Sjónvarpi Føroya.
? Eg vil fegin verja ta óheftu støðuna, sum sjónvarpið hevur og skal hava. Eingin skal hava serstøðu í tíðindaflutninginum hjá Sjónvarpinum. Hvørki eg ella løgmaður. Vandin við einum slíkum brævi er, at fjølmiðlafólk aftra seg at viðgera eym og viðkomandi evni. Hetta kann forskrekkja tíðindafólk, og tað er ódámligt, sigur Annita á Fríðriksmørk.

Eitt mark fyri øllum
Verjir Annita á Fríðriksmørk Sjónvarp Føroya, so leggur hon samstundis dent á, at øll hava síni rættindi og skulu viðfarast rættvíst.
? Sum politikari mást tú rokna við, at tað tú gerst, hevur áhuga millum fólk. Mark skal vera fyri øllum, sum almennir persónar fáast við. Sum journalistur er eisini alneyðugt, at tú ert politiskt óheftur, serliga um tú arbeiðir fyri almenna sjónvarpið. Men vit kenna ikki innihaldið í bókini, so tað ber illa til at viðmerkja nakað, sigur Annita Fríðriksmørk.
Landsstýriskvinnan dugir væl at síggja, at tíðindaleiðarin á SvF kom í eina óhepna tvístøðu, tí hann bæði var tíðindaleiðari og rithøvundur í eymari bók.
? Journalisturin hevur longu tikið fullar avleiðingar av, at hann er komin í eina tví støðu. Og tað er ikki vanligt, at fólk taka avleiðingar í Føroyum, sigur hon.