Annita: Rigmor virðir armslongdarprinsippið

Annita á Fríðriksmørk heldur, at misálitisuppskotið er fullkomiliga misskilt.

- Rigmor Dam hevur nemliga ikki lagt seg út í hetta málið. Hetta er niðurstøðan hjá løgfrøðingunum í Mentamálaráðnum. Heldur andstøðan, at Rigmor Dam átti at farið inn og kolldømt niðurstøðuna hjá løgfrøðingunum, spyr hon.

 

Annita á Fríðriksmørk er annars samd við tulkingini hjá Helenu Dam á Neystabø, at stjórin nú hevur møguleika at viðgera málið um illoyalitetin hjá Liljuni Weihe av nýggjum, sum um at uppsøgnin ongantíð var hend.

 

- Eg dugi ikki at síggja, hví vit skulu taka undir við hesum uppskotinum. Eg haldi ikki, vit skulu fara at politisera fyrisitingarligar avgerðir, sum misálitið óbeinleiðis leggur upp til, sigur hon.