Annita fekk átalu fyri at hava barn við í tingið

Fyrr í dag skrivaðu vit um íslendsku altingskvinnuna, Unnur Brá Konráðsdóttir, sum fór upp á røðarapallin í Altinginum við bróstabarni. Tær myndirnar eru farnar víða um heim.

 

Fyri 16 árum síðani høvdu vit eina støðu í løgtinginum, sum minnir um hesa. Tað var, tá Annita á Fríðriksmørk møtti upp í løgtinginum við hálvt ára gamla soni sínum.

 

Les eisini: Íslendsk altingskvinna gav bróst á røðarapallinum

 

Finnbogi Ísakson, sáli, sum tá var tingformaður, átalaði hann fyri hetta.

 

– Eg sat við soninum, sum var um hálvt ára aldur inni í tingsalinum. Eg gav ikki bróst inni í tingsalinum. Men tingformaðurin bað okkum fara út. Ella rættari, so segði hann, at tingsalurin var bara fyri tingfólk, og so mátti eg út. Tað eru nú 16 ár síðani, og nógv er broytt hesi árini, sigur Annita á Fríðriksmørk.

 

Hon sigur, at hon roknar ikki við, at nakar tingformaður hevði noktað eini mammu at havt nýføðing hjá sær í løgtingið í dag.

 

– Er barnið hjá mammuni, og talan er um bróstabarn, so eru tey vanliga so friðarlig og rólig í fanginum á mammuni, at tað provokerar als ikki, sigur Annita á Fríðriksmørk.