Tá tingfundurin verður settu klokkan 10 fer Annita á Fríðriksmørk at taka sæti á tingi fyri Høgna Hoydal, sum verður burturstaddur næstu 10 dagarnar.
Annita á Fríðriksmørk er húsvand á tingi, tí hon sæt á tingi frá løgtingsvalinum í 1998 til seinasta løgtingsval í 2011, tá hon gjørdist nummar sjey á listanum og sostatt fyrsta varafólk Tjóðveldis á tingi.
Annita á Fríðriksmrøk sigur, at hon vónar, at viðgerðin av løgmansrøðuni verður við til at venda kósina, so fólk aftur fær álit á politisku skipanina.
– Tað er størsta avbjóðingin í løtuni, sigur hon.