Nógv fólk vóru komin saman á Vaglinum seinnapartin í dag, har foreldur skipaðu fyri stuðulstiltaki til frama fyri námsfrøðingarnar, sum eru í verkfalli ella eru raktir av verkbanni.
Katrin Jacobæus, sum saman við Unn Thomsen og Paulu Patursson, tók stig til tiltakið á Facebook, segði í røðu frammanfyri Tinghúsið, at hon var rørd og takksom fyri, at so nógv fólk vóru komin at vísa námsfrøðingunum stuðul. Eisini heitti hon á námsfrøðingarnar um at standa við síni lønarkrøv.
Í sambandi við stuðulstiltakið vórðu undirskriftirnar, sum stigtakararnir til stuðulstiltakið hava savnað seinastu dagarnar, handaðar Anniku Olsen, forkvinnu í Kommunala Arbeiðsgevarafelagnum. Úti við 1500 fólk hava skrivað undir, at tey stuðla námsfrøðingunum í stríðnum fyri at fáa betri løn.
Annika Olsen lovaði í stuttari røðu, at tey fara at gera alt, sum tey kunnu, fyri finna eina loysn skjótt á trætuni millum Føroya Pedagogfelag øðrumegin og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Fíggjarmálaráðið hinumegin.









