Annika vil hava privat universitet

Á Ólavsøku fer Annika Olsen, løgtingskvinna, at leggja uppskot til samtyktar fyri Løgtingið, har heitt verður á landsstýrið um at gera lóggávu, sum fer at gera tað møguligt at stovnseta privat universitet í Føroyum.

Tankin um privat universitet er ikki nýggjur og er kendur í okkara grannalondum m.a. í Íslandi, sum í dag hevur trý universitet, sum er rikin á privatum grundarlagi. Ísland hevur dugað væl at halda uppá sínu ungu lesandi, umframt at eggja útlendskum lesandi til Ísland. Hetta hevur gjørt tað møguligt hjá íslendingum at hava eitt størri úrval av útbúgvingum.

- Havandi í huga trongu fíggjarligu støðuna kundi tað verið áhugavert at fingið eitt alternativ til Fróðskaparsetrið í Føroyum, har tað er møguligt at taka eitt nú útbúgvingar innan búskap, shipping, marknaðarføring ella aðrar útbúgvingar, sum okkara vinnulív eftirlýsir fyri eitt ávíst gjald, sigur Annika Olsen.

Aðrenn hetta kann gerast veruleiki er m.m. neyðugt, at mentamálaráðið vil gera lóggávu, sum loyvir privatum at seta á stovn universitet eftir nærri ásettum treyum.

- Hesar treytir kunnu m.a. vera at universitetið lýkur øll altjóða krøv hvat viðvíkur akkreditering og ECTS skipanina, og at universitetið kemur undir sokallaðu Bologneavtalunu, sum er tann góðkenda evropæiska skipanin innan hægri lestur, sigur Annika Olsen.


(mynd: annika Olsen)

Myndatxt:

- Havandi í huga trongu fíggjarligu støðuna kundi tað verið áhugavert at fingið eitt alternativ til Fróðskaparsetrið í Føroyum, sigur Annika Olsen, landsstýriskvinna