Fyri ikki so langari tíð síðani skrivaðu vit, at krossbandið hjá einum av lyklaspælarunum hjá Stjørnuni, Anniku Ljósstein, var slitnað eftir ein samanstoyt í fyrru hálvfinaluni móti StÍF fyri tveimum vikum síðani. Hetta var ein dyggur smeitur hjá liðnum, tí hennara leiklutur hevur verið stórur í ár.
Mánadagin varð hon løgd undir skurð í knænum, og úrslitið var sera gott fyri hana og Stjørnuna. Tað vísti seg nevniliga, at krossbandið als ikki var slitnað, og at Annika Ljósstein kanska kann spæla aftur longu í annaðkvøld í seinnu hálvfinaluni móti StÍF.
Hon hevði fingið tað, sum svarar til eitt »trælær í knæið« ? ein sonevnd blóðsamling beint aftan fyri knæskelina. Hetta tóku læknarnir burtur, og møguleiki er fyri, at Annika Ljósstein spælir aftur longu í annaðkvøld. Í øllum førum skuldi hon verið klár til sera týdningarmikla dystin í Havn komandi sunnudag móti Kyndli. Ein dystur, sum kann geva eitt endaligt svar uppá, um Stjørnan veruliga hevur møguleika fyri at gerast føroyameistari hjá kvinnum fyri fyrstu ferð síðani 1977.