Annika Vang stóð royndina

Bogaskjóting - Annika Vang stóð royndina sum altjóða ungdómsdómari í bogaskjóting í gjár

Hon vendi nøsini móti Shanghai fyri nøkrum døgum síðan at lut­taka í altjóða ungdómsdómara seminari saman við 14 øðrum úr øllum heiminum.
Seminarið var í tveir dagar, har tey millum annað skuldu vitja, meðan World Cup kapp­ing var. Seminarið endaði í gjár­morgunin við skrivligari roynd, sum var í tríggjar tímar.
Bogaskjótisamband Føroyar boðar frá, at Annika Vang stóð royndina við sera góðari umtalu. Hon stóð royndina so væl, at hon hevur møguleikan at døma til altjóða kappingar fyri vaksin.
11 av 15 stóðu royndina.