Bogaskjóting
Hóast úrslitini sum heild lógu í lakara endanum, so skaraði Annika Vang framúr, og skeyt seg til innandura heimsmeistarakappingina, um hon leggur í at fara.
Sjálv ivast Annika Vang eitt sindur, um hon skal fara, tí hon setir sum krav til seg sjálva, at hon skal halda sær á verandi støðið ella betra seg.
Kappingin verður í Rzeszow í Póllandi fyrstu viku í mars mánaði.
Í recurve kappingini luttóku níggju skjúttar, og í compound luttóku átta skjúttar
Recurve
Innleiðandi var tað, at Annika Vang kláraði seg ótrúliga væl við 551 stigum, av 600 møguligum. Absalon Hansen royndi við sínum 534 stigum at hanga í, meðan hini skjúttarnir lógu frá 506 stigum og niður á 389 stig. So spjaðingin var stór.
Í fjórðingsfinalunum vóru tveir rímiliga spennandi dystir, meðan hinir dystirnir vóru vunnir ruddiliga av favorittinum, sum var styrkismettur hægri.
Feðgarnir, Fríði og Jógvan Magnus Andreasen skutu ímóti hvørjum øðrum, og dysturin var rímiliga spennandi, líka til seinasta umfar, tá Fríði Andreasen ikki longur lat pápan sita í pínubonkinum, og smekkaði ein píl langt út í síðuna. Sostatt vann Jógvan Magnus dystin við 96 stigum ímóti 92 hjá soninum.
Torfinn Hansen og Eirikur í Jákupsstovu skutu eisini ein spennandi dyst. Eirikur í Jákupsstovu legði seg á odda, men Torfinn Hansen hálaði inn á restina av tíðini, og at enda gjørdist munurin trý stig, sum Torfinn Hansen vann við. Úrslitið gjørdist 102-99.
Hálvfinalur
Í hálvfinalunum skuldu Torfinn Hansen og Annika Vang møtast. Samstundist sum Jógvan Magnus Andreasen og Absalon Hansen skuldu skjóta hina hálvfinaluna.
Annika Vang mátti við síni góðu skjóting innleiðandi metast sum favorittur, men Torfinn Hansen var nú farin at skjóta heil væl, og vann sostatt við tveimum stigum ímóti Anniku Vang.
Millum Absalon Hansen og Jógvan Magnus Andreasen gjørdist dysturin ongantíð veruliga spennandi, og úrslitið gjørdist, at Absalon Vann við heili átta stigum.
Finalur
Bronsufinalan bleiv sostatt ímillum Jógvan Magnus Andreasen og Anniku Vang. Annika Vang tók seg nú saman, og skeyt 112 stig av 120 møguligum. Tá støðið bleiv so høgt megnaði Jógvan Magnus Andreasen als ikki at fylgja við, tí hann fekk bert 91 stig.
Tað verður leingi at leita eftir einari veikari finalu í bogskjóting í Føroyum enn tí í gjár. Absalon Hansen gjørdi ikki mætari enn at skjóta tveir pílar, ið bert góvu eitt stig, meðan Torfinn Hansen heldur ikki gjørdi nógv av. Úrslitið gjørdist, at Torfinn Hansen vann við einum stigið, tá hann fekk 89 stig. Absalon Hansen er helst ikki nøgdur við síni 88 stig í gjár.
Sostatt kann mann róliga siga, at Torfinn Hansen hevði uppiborið at vinna í gjár, tá hann hvørja ferð megnaði at gera júst nóg nógv til at vinna.
Compound
Í bólkinum við comound skjúttunum gjørdist tað heilt javnt innleiðandi, og bara seks stig vóru ímillum nummar eitt og nummar fýra. Jógvan Niclasen lás sum so ofta fremstur. Hann hevði 563 stig, sum er heldur lægri enn hann plagar at skjóta.
Í kvarfinalunum vóru fleiri spennandi dystir, og serliga dysturin ímillum Kaj Johannesen og Nikkel Petersen gjørdist tað heilt spennandi. Bert eitt stig skilti skjúttarnar, og endin varð, at Kaj Johannesen dró longra stráið og vann við einum stigið.
Hinar dystirnar vann tann, ið lá fremstur innleiðandi.
Hálvfinalurnar
Í hálvfinalunum gjørdist tað ikki líka spennandi, sum tað ofta hevur verið, tí Jógvan Niclasen vann við ikki færri enn níggju stigum ímóti Kaj Johannesen.
Í hinari hálvfinaluni gjørdi ungi Magnus Andreassen ein vørr, og megnaði at vinna ímóti, veteraninum Per H. Andersen, við trimum stigum.
Finalur
Bronsudysturin gjørdist heilt spennandi, og Kaj Johannesen megnaði at vinna á Per H. Andersen. Sjálvur dysturin endaði 110-110, sum er rættiliga góð skjóting. Hetta merkti at umskjóting skuldi til, og við fyrsta pílinum fingu báðir níggju, so ein pílur afturat skuldi til. Tá hevði Kaj Johannesen teir róligaru nervarnar og skeyt í miðjuna, og fekk sostatt tíggju stig. Tað megnaði Per H. Andersen ikki, tí hann fekk bert níggju stig fyri sín píl.
Í finaluni skutu Magnus Andreassen og Jógvan Niclassen. Hesin dysturin gjørdist bæði spennandi og góður. Endin gjørdist, at Magnus Andreassen var púra kaldur og megnaði at skjóta 114 stig. Tá Jógvan fekk 113 stig, sum ikki er so lítið, so var hetta ikki nóg mikið. Sostatt megnaði 16 ára gamli Magnus Andreassen, sum enn ikki veruliga hevur aldur at skjóta millum tey vaksnu, at vinna fyrstu bogaskjótikappingina á Eiði nakrantíð.
Skjúttarnir vóru sum heild ikki so nøgdir við sína egnu skjóting, men onkur góð úrslit vóru tó í ítróttarhøllini á Eiði í gjár.