Annika Vang enn eitt føroyskt met

Umframt nýggja føroyska metið hjá Anniku, settu fleiri av hinum skjúttunum persónlig met í kapping leygardagin

Av teimum mongu ítróttargreinunum, sum verða íðkaðar í Føroyum, man bogaskjótingin vera tann, ið hevur havt størst framgongd, hóast hon ikki er so gomul í Føroyum.
Hetta varð eisini undirstrikað leygardagin, tá bogaskjótifelagið Tambar skipaði fyri kapping millum teir ungu bogskjúttarnar, ið royndu seg úr fimtan metrum móti 60 sentimetra stórum máli.
Mong kláraðu seg væl, men serliga skaraði avrikið hjá 13 ára gomlu Anniku Vang úr bogaskjótifelagnum Ørvi burturúr, tá hon setti nýtt føroyskt met, ið var 18 stig betri enn tað, hon sjálv setti í fjør.
Annika vann eisini kappingina hjá recurveskjúttunum við 553 stigum. Nummar tvey gjørdist Eirik í Jákupsstovu úr Ørvi við 504 stigum og nummar trý Áki Herálvsson úr Tambum við 495 stigum.
Ikki færri enn tólv skjúttar kappaðust í recurvebólkinum, harav fleiri settu persónlig met.
Javnt í compound
Skjúttarnir í compoundbólkinum vóru hesa ferð bara tríggir í tali, men kortini gjørdist kappingin her minst líka spennandi og jøvn.
Alberta Gaardlykke vann compoundbólkin við 533 stigum, men stutt var niður til nummar tvey og trý, ið gjørdust ávikavist Ásmundur Gaardlykke við 529 stigum og Alvi Joensen við 527 stigum.
Allan vegin var kappingin millum hesi trý sera jøvn, og bara smávegis frávik kundu saktans havt gjørt, at raðfylgjan gjørdist ein onnur.At kappingin leygardagin hevði bæði føroyskt met og tøtt úrslit at bjóða, undrar ikki tey í bogaskjótifeløgunum, tí haðani frætta vit, at miðalskjótingin hjá teimum ungu hetta kappingarárið hevur verið væl hægri enn í langa tíð.