Annika vælkomin í Framsókn

- Eg kann ikki ímynda mær annað enn, at vit taka væl móti henni, sigur Poul Michelsen, formaður í Framsókn.

Annika Olsen, núverandi varaløgmaður, slapp í gjár eina politiskari bumbu, tá hon boðaði frá, at hon tók seg úr Fólkaflokkinum og gjørdist leysgangari á tingi.


Flestu viðmerkjarar meta, at Annika Olsen er á veg upp í Framsókn, og í stuttari viðmerking við in.fo, sigur Poul Michelsen, at hóast ongin avgerð er tikin, so er hon helst vælkomin í Framsókn.


- Vit bæði hava altíð tosað saman regluliga, men vit hava ikki tosað um hetta enn. Men eg kann ikki ímynda mær annað enn, at vita taka væl móti henni, sigur Poul Michelsen.


Framsókn er í løtuni við samráðingunum um eina nýggja samgongu og halda tær fram í morgun. Fundur verður í dag í tingbólkunum og millum floksleiðararnar. Sum skilst, so verður síðsta hond lagd á samgonguskjalið í løtuni.