Annika úti í fýra vikur

Annika Johansen hevur fingið skaða í handliðið og kann ikki spæla næstu tríggjar til fýra vikurnar

 

Ein av mest týðandi spælarunum hjá Kyndlakvinnunum kann ikki spæla næstu vikurnar.

Orsøkin er, at hon hevur fingið ein skaða í handliðið. Hondin hjá Anniku Ljósstein er gipsað, og hon skal binda frið næstu vikurnar.

? Eg rokni við at fáa at vita í dag, um brot er í handliðinum, men í øllum førum hava liðbond fingið skaða, og tí kann eg ikki spæla í tríggjar ella fýra vikur, sigur Annika Ljósstein.


Datt óheppið

Skaðin kom eftir fáar minuttir í dystinum í Vági seinasta vikuskiftið.

? Eg fór inn móti verjuni og skuldi leypa upp fyri at skjóta. Eg fekk eitt skump og skuldi lofta mær við hondunum. Eg fekk eftir øllum døma einar tveir VB-spælarar oman yvir meg, og hondin kom skeivt fyri, greiðir Annika frá.

? Eg merkti, at hondin dovnaði, men tá eg skuldi lyfta hana, hevði eg ein øgiliga pínu, so tað var einki at gera, uttan at gevast at spæla.

Í løtuni er pínan ov stór til at Annika kann halda formin við líka, men hon roknar við at fara at venja aftur í komandi viku.