At tað liggur í blóðinum, er nokk einki at ivast í. Bert 14 ára gamla Annika Vang, sum er dóttir Schandorff og Sigrid K. Vang, var heilt stóra samrøðuevnið við bogaskjótibreytina mánadagin, tá hon so væl og virðiliga setti persónligt met í recourve á 70 metrum.
Gamla met hennara á teininum var 198 stig, men longu áðrenn seinasta av teimum seks umførunum skuldi skjótast, hevði hon so dyggiliga ruddað hetta burtur. 248 gjørdist endaliga úrtøkan, og altso ein betran av persónliga metinum við einum góðum fjórðingi.
Møguleiki fyri metalli
Eitt skifti rakk hetta eisini til eitt pláss á heiðurspallinum hjá Anniku, og tó at hon eftir 60 metrarnar datt aftur á eitt fimta pláss, so er tað ikki heilt óhugsandi, at hon aftur kann toga seg uppeftir.
Jersey-búgvin á triðja plássinum hevur undan styttru teinunum 506 stig, og tó at nakað er niður til tey 487 stigini, sum Annika nú hevur, so skal at kalla einki útilokast eftir framúr avrikið hjá føroysku gentuni í fyrsta umfarinum.
Annlott Rasmussen er eisini við í recourve skjótingini, og var hon eftir fyrsta dagin á einum níggjunda plássið við 390 stigum.
Á mannfólkasíðuni taka føroyingarnir lut við trimum skjúttum í recourve-kappingini. Fremstur av hesum er Rói Johannesen við 462 stigum. Tað gevur í løtuni eitt 11. pláss. Á 18. plássinum hevur Hans Jørn Nielsen 410 stig, meðan Rógvi Mohr við sínum 397 stigum hevur lagt seg á eitt fyribils 22. pláss.









