Annika Olsen, Almannamálaráðharri, hevur ilt at skilja atfinningarnar móti lógaruppskoti, um at hækka viðbøturnar til pensjónistarnar.
- Eg má siga, at eg standi undrandi yvir hesar útmeldingar, enntá frá fyrrverandi politikarum, sum áttu at vita hvørjar avbjóðingar, vit standa yvir fyri í komandi tíðum. Politikarar, íð áttu at havt tað neyðuga innlitið í viðurskiftini, skrivar hon í lesarabrævið.
Les eisini: Er tað karrát at geva teimum, sum trongja?
Talan er um eitt lógaruppskot, sum skal geva pensjónistum møguleika fyri, at fáa 350 krónur í viðbót um mánaðin, um tey lúka ásettar treytir fyri at fáa viðbótina.
Atfinningarnar hava verið, at upphæddin ikki er nóg høg, og at hon ikki kemur at muna fyri pensjónistarnar í seinast enda. Viðbótin verður nevniliga mótroknað við 60 prosentum, um inntøkan hjá pensjónistinum er yvir 61.400. Harafturat er ein onnur viðbót tøk til teirra, sum lítið og einki annað hava at liva fyri enn fólkapensjónina. Sambært Anniku, er tað tó órætt at leggja ábyrgdina á Fólkaflokkin fyri uppbýtið.
- Hetta uppbýtið av pensjónini er ikki broytt siðani ár 2000, og tí tykist tað undunarsamt, at Fólkaflokkurin skal fáa skotið í skógvarnar, at vit hava innført eina olmussupensjón, sigur hon.
- Tað einasta ”karráða” vit hava ditta okkum at gjørt er at fylgja tingins vilja um at hækka viðbøturnar og harvið geva teimum, sum hava lítið frammanundan nakrar eyka krónur, sigur Landstýriskvinnan í almannamálum.