Hetta er fyrsta almenna framsýningin, sum Annika hevur einsamøll. Fyrstu ferð vit sóu málningar hennara, var á Sandi í juli 2006. Hetta var sera væleydnað, tí allir málningarnir vórðu seldir. Annika, sum málar akrýlmálningar, hevur eisini sýnt fram á sølustevnu hjá B71 á Sandi og á Ólavsøkuframsýningini hjá Lions Club í 2008.
Málningaframsýningin hjá Anniku Hjalt Jacobsen fer av bakkastokki fríggjadagin 16. januar kl. 15 og heldur fram til mánadagin 19. januar 2009.










