Í grein í mánadagsblaðnum umrøddu vit enska ævintýrið, sum Hans Jacob á Líknargøtu upplivur í Blackburn í hesum døgum. Av misgávum hevði ein villa tó sníkt seg inn í greinina. Har skrivaðu vit nevnliga, at gentan hjá Hans Jacob æt Anna, og tað var ikki rætt. Rætta navnið er Annika Hansen.
Vónandi er misskiljingin við hesum komin upp á pláss, og vilja vit biðja tey bæði, Hans Jacob og Anniku, umbera okkum mistakið.