Annika: Skattalættin má bíða

Spurningurin er, um tað bilar nakað at bíða eitt ár ella so at hyggja at skattaviðurskiftunum, sigur Annika Olsen.

Fólkaflokkurin, Tjóðveldi og Framsókn hava altso skipað samgongu í Havnini við Anniku Olsen sum borgarstjóra.

 

Fyribils tykist tó, sum at tey sjey fyrst og fremst eru samd um at halda Heðini Mortensen frá valdinum. Hvat tey ítøkiliga annars ætla sær at samstarva um, hevur ikki verið so greitt.

 

Annika Olsen greiddi eitt sindur frá í tíðindunum á Rás 2 í dag.

- Tað góða er, at hesir tríggir flokkarnir eru samdir um meginpartin av teimum stóru tingunum. Eldraøkið skal uppraðfestast og teir avbjóðingarnar, sum eru har skulu loysast. Tað eru allir flokkarnir samdir um. Eisini eru allir flokkarnir samdir um, at vit skulu føra ein skynsaman fíggjarpolitikk við langtíðar íløguætlan, sigur hon.

 

Hon væntar eisini, at samgongan fer at seta fokus á vinnuligan framburð, sum hon metir verða grundarlagið undir einum áhaldandi vøkstri í kommununi í dag.

 

Fólkaflokkurin og Framsókn hava tosað um at veita ein skattalætta til havnaborgarar, meðan Tjóðveldi hevur sagt, at pengarnir heldur skulu nýtast til íløgur og rakstur. Annika Olsen væntar tó, at tey finna eina loysn upp á hesi ósemjuni.

- Tað er eingin sum sigur, at skatturin skal lækka í einum høggi. Tað kann eisini gerast yvir eina tíð, so at tað verður gjørt á ein skynsaman hátt, sigur hon.

- Tað er øgiliga nógv ferð á búskapinum í løtuni, hann er yvirupphitaður, so spurningurin er, um tað bilar nakað um ein bíðar eitt ár ella so við at hyggja at skattligu viðurskiftunum, sigur hon.

 

Trýst á pílin undir myndini fyri at hoyra samrøðuna við Anniku Olsen.