Annika skal víga fyrsta samkynda parið

Í dag verður fyrsta samkynda parið vígt í Føroyum

Í dag verður fyrsta samkynda parið vígt í Føroyum.

 

Talan er um tveir mans úr Bretlandi, sum skulu giftast á Ráðhúsinum í Havn í dag klokkan 14.

 

Og tað verður Annika Olsen, borgarstjóri, sum skal víga parið.

 

Sum in.fo skilir er talan um tveir mans, sum eftir at hava hoyrt um lógarbroytingina í Føroyum, ið loyvir at fólk av sama kyni kunnu giftast borgarliga, valdu at koma til Føroyar at giftast.

 

Tað var harðlig mótstøða í Løgtinginum ímóti at loyva samkyndum at giftast. Annika Olsen og øll úr andstøðuni, uttan Edmund Joensen og Magni Laksáfoss, atkvøddu ímóti.

 

Í sambandi við at nýggja býráðssamgongan í Havn varð skipað 14. november í fjør segði Annika Olsen, at hóast hon atkvøddi ímóti í Løgtinginum, fer hon at virða landsins lógir og at víga samkynd.

 

So hóast Fólkaflokkurin, sum Annika Olsen umboðar í Tórshavnar býráð, er ímóti at samkynd kunnu giftast í Føroyum, so fær flokkurin heiður av at eiga fyrsta borgarstjóra, sum fer at gifta fólk av sama kyni í Føroyum.