Sunnudagin hevði Annika Hoydal konsert í Norðurlandahúsinum. Á skránni vóru løg, sum hon hevur sett til yrkingar hjá William Heinesen. Hesi eru komin á fløgu, sum er komin út í samband við 100 ára dag William Heinesens.
Á fløguni leika góðir danskir tónleikarar. John von Daler hevur lagt tónleikin tilrættis.
Á konsertini leiktu nakrir av fremstu føroysku tónleikarunum.
Donsku tónleikararnir hava úr at gera langa tíð framyvir, og tí hevur John von Daler lagt tónleikin til rættis fyri 3 tónleikarar.
Saman við Anniku Hoydal á pallinum í Norðurlandahúsinum vóru Rógvi á Rógvu, trummur, Magnus Johannesen, tangentar og Edvard Nyholm Debess, bass.