Annika Sólvará nýggjur granskingarstjóri

Granskingarráðið hevur nú sett nýggjan granskingarstjóra og tað er Annika Sølvará. Annika Sølvará er 38 ár og hon hevur verið setursskrivari á Fróðskaparsetrinum síðani 1998. Hetta starvið hevur givið henni viðkomandi royndir og góðan kunnleika til nógv ymisk viðurskifti í sambandi við gransking, sigur Granskingarráðið í tíðindaskrivi beint nú.

Annika er Cand.mag í enskum og søgu frá Universitetinum í Århus og hevur drúgvar royndir frá nógvum og fjøltáttaðum arbeiðsuppgávum. Hon hevur verið limur í Strategibólkinum fyri útbúgving í Visjón 2015-arbeiðnum og hon er annar skrivarin í arbeiðsbólkinum, sum hevur gjørt lógaruppskot til at savna fleiri hægri útbúgvingarstovnar saman í ein stovn. Eisini er hon forkvinna í Leiklistaráðnum og hevur í mong ár verið virkin í Amnesty International.

Annika Sølvará tekur við starvinum 1. desembu tá ið hon avloysir Rúnu Hilduberg, sum er farin í annað starv.

Nýggi granskingarstjórin skal standa á odda fyri Granskingargrunninum, sum skal virka fyri at menna føroyskan granskingarførleika. Eisini er granskingarstjórin skrivari hjá Føroya Vísindaráð, við løgmanni sum formanni. Føroya Vísindaráð hevur til uppgávu at orða ein yvirskipaðan granskingarpolitikk fyri gransking, menning og nýskapan.

- Granskingarráðið fegnast um at hava fingið ein so væl skikkaðan granskingarstjóra til at taka við teimum mongu avbjóðingunum, sum standa fyri framman fyri føroyska gransking, sigur ráðið í tíðindaskrivi