Tað er í kvøld, at Annika Hoydal fer á pall á Teatret ved Sorte Hest í Keypmannahavn, har hon einsamøll á palli syngur, lesur og sigur frá, og alt tilfarið hevur føroyska rót. Annika Hoydal hevur mangan spælt sjónleik í júst hesum hugnaliga leikhúsinum.
Annika hevur fingið høvi at læna Teatret ved Sorte Hest á Vesterbrogade 150, og er sjálv fyrireikari, og hevur ein hug at ogna sær atgongumerki, ber til at ringja til Teatret ved Sorte Hest á 3331 0606 millum klokkan 10:00 og 16:00.
Annika fer á pall í kvøld klokkan 20.00.









