Annika Olsen vil nú á Fólkating

Hon heldur, at vit hava brúk fyri at fáa eina sjálvstýrisrødd á Fólkatingi og tí hevur hon gjørt av at stilla upp

Tíðin er komin til at Føroyar aftur fáa eina sjálvstýrisrødd á fólkatingi.

Tað sigur Annika Olsen, landsstýriskvinna fyri Fólkaflokkin.

 

Hon staðfestir, at tí hevur hon gjørt at at stilla upp til fólkatingsvalið, sum verður seinni í ár.

 

Umframt eina sjálvstýrisrødd, heldur Annika Olsen, at føroyingar fáa eina rødd á fólkatingi, sum hevur eina aðra áskoðan á ES viðurskiftini enn núverandi umboð hava.

 

- Tey seinastu fýra árini hava Føroyar havt tvey sambandsumboð, sum umboða Føroyar, tvey umboð, sum bæði tala fyri ES limaskapi, sigur Annika Olsen. 

 

- Danmark er limur í ES, men Føroyar standa uttanfyri hendan felagsskap. At hetta alsamt  gerst meiri trupult fyri viðurskiftini millum Føroyar og Danmark er sjón fyri søgn.

 

- Hjartað hjá dønum liggur í ES, og alt lóggávuvald í Danmark er rættað móti Bruxelles, og alsamt størri sjálvsavgerðarrættur verður fluttur av Christiansborg til ES, sigur fólkatingsvalevnið.

 

- Hetta er ikki ein gongd leið fyri Føroyar, og eiga vit at vera á varðhaldi yvirfyri hesari gongd, tí Føroyar eru ikki limur í ES og eiga heldur ikki at blíva tað, leggur hon afturat. 

 

Les meiri um hennara sjónarmið við at trýsta HER