Annika Olsen vil ikki stuðla hvalbingum

Annika Olsen sigur, at tað er ein uppgáva hjá kommununi at gjalda fyri ábøtur á einum havnarlagi og at tað ikki var við hennara góða vilja, at skálvíkingar fingu almenna stuðul

Annika Olsen, landsstýriskvinna í innlendismálum, fer ikki at lata hvalbingum stuðul til at umvæla grótkastið fyri eftir skaðan tað fekk í Kyndilsmessuódnini seinast í januar í 2008.

Tað ger hon púra greitt í morgun.

Hon staðfestir eisini, at tað var ikki við hennara góða vilja, at skálvíkingar fingu stuðul til skaðan, sum ódnin elvdi til har.

- Tá ið landsstýrið legði fíggjarlógina fyri 2008 fyri Løgtingið, høvdu vit onki sett av til stuðul fyri brimskaðar í Skálavík og í Hvalba, sigur hon við Sosialin.

- Tað gjørdu vit ikki av teirri einføldu orsøk, at talan er um tvey kommunal havnarløg og at tað sostatt er ein kommunal uppgáva at halda tey.

Annika Olsen sigur, at tað var meirilutin í fíggjarnevndin hjá Løgtinginum, sum av sínum eintingum setti 400.000 krónur av til Skálavíkar. Men hon setti ikki eitt oyra til hvalbingar og tað samtykti løgtingið.

Men tað broytir ikki hennara støðu um, at tað er ein kommunal uppgáva, sum landið ikki eigur at lata stuðul til og tí vil hon ikki seta pening av til Hvalbiar av prinsipiellum orsøkum.

Tí hevur hon heldur ikki sett pening av til stuðul til hvalbingar á fíggjarlógini fyri næsta ár.


Í egnar hendur

Helena Dam á Neystabø sigur, at í hesum føri hendi tað, at Løgtingið tók avgerðina úr hondunum á landssýriskvinnuna og samtykti stuðul til Skálavíkar uttan um hana.

Hinvegin sigur Annika Olsen, at hon er rættiliga hørm um støðuna, tí føla hvalbingar, at teir eru fyri vanbýti, skilir hon teir væl.

- Tað er ógvuliga óheppið, at mismunur verður gjørdur á kommunum, men í hesum føri er tað Løgtingið, sum hevur gjørt hendan mismunin og ikki landsstýrið, sigur hon.

Fyri einum ári síðani, spurdi Kári á Rógvi, løgtingsmaður, hvussu landsstýrið ætlar at stuðla hvalbingum og skálvíkingum eftir Kyndilsmessuódnina.

Tá svaraði Annika Olsen, at havnarløgini eru kommunal og at samanhangur má vera ímillum ognarrætt, ábyrgd, inntøkur, útreiðslur og skyldur annars.

Hon sigur, at spurningurin um at lata hvalbingum stuðul til at umvæla brimskaðan, hevur verið fyri á landsstýrisfundi, men at landsstýrið tók ikki undir við at lata hvalbingum stuðul til endamálið.

Les eisini greinina: Hvalbingar vilja hava greið boð frá Anniku Olsen